Sjóvinnustýrið kannar, um rukkur enn eru umborð á skipum

Sjóvinnustýrið kannar, um rukkur enn eru umborð á skipum
Fyrr var vanligt, sigur Sjóvinnustýrið, at serliga yngsti maður umborð var illa happaður og aðrir eisini
Sjóvinnustýrið fer nú at kanna happing og trivnað um borð á føroyskum skipum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.11.2024 - 08:20

Sjóvinnustýrið fer nú at kanna happing og trivnað um borð á føroyskum skipum.

Tað fer snøgt sagt at kanna, um rukkur enn eru á skipum.

Tað verður gjørt við spurnakanning, sum verður send sjófólki, sum hava siglt við føroyskt skrásettum skipum seinastu fimm árini. 

Fyrr var vanligt, sigur Sjóvinnustýrið, at serliga yngsti maður umborð var illa happaður og aðrir eisini. 

Vit hava ein greiðan varhuga um, at hetta er ein farin tíð, sigur Sjóvinnustýrið eisini.

Tí vitandi eru ongar kanningar gjørdar um sálarligt umhvørvi og trivnað á føroyskum skipum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928