Eftirmeta almennu skíggjaráðini

Eftirmeta almennu skíggjaráðini
Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum ætlar at seta seg í samband við Heilsustýrið um í felag at gera eina kanning av skíggjanýtsluni hjá børnum og ungum
Nógvar kanningar um skíggjanýtslu eru gjørdar uttanlands. (Savnsmynd: DR)
 
18.11.2024 - 10:16

1. desember í ár kemur Heilsustýrið við eftirmeting um almennu skíggjaráðini frá 2021

Skíggjanýtslan hjá føroyskum børnum og ungum er ikki kannað.  

Men Heilsustýrið heldur, at ein slík kanning átti at verið gjørd. 

Landsstýrismaðurin er samdur, og hann fer at seta seg í samband við Heilsustýrið um í felag at gera eina kanning.

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, í svari til Bárð á Lakjuni, løgtingsmann.

Nógvar kanningar um skíggjanýtslu eru gjørdar uttanlands. 

Granskarar eru ikki á einum máli um, hvørja ávirkan skíggjanýtsla hevur á børn og ung, stendur í svarinum hjá Djóni Nolsøe Joensen.  

Hann sigur, at nú námsætlanirnar í fólka- og miðnámsskúlunum verða endurskoðaðar, leggur hann áherðslu á talgilda partin.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162