Blaðkvinna: Jenis er rætt endurgivin

Blaðkvinna: Jenis er rætt endurgivin
Jenis av Rana fekk útsagnirnar sendandi til góðkenningar áðrenn deadline; men hann vendi ongantíð aftur, sigur blaðkvinnan á Information
 
24.10.2013 - 19:32

Blaðkvinnan, sum hevur skrivað greinina um føroysk samkynd í blaðnum Information, vil ikki hava sitandi á sær, at hon hevur endurgivið Jenis av Rana av skeivt.

 - Eg haldi ikki, at eg havi endurgivið Jenis av Rana skeivt, sigur Anne-Marie Mohr Nielsen, sum hevur skrivað greinina.

Blaðkvinnan vísir á, at hon fekk 3-4 síður sendandi frá løgtingsmanninum, har hann gjørdi vart við sínar hugsanir. 

- Av tí at eg sjálvandi ikki kann endurgeva so nógv í eini stuttari blaðgrein, so samanskrivaði eg høvuðsboðskapirnar og sendi teir til Jenis av Rana til góðkenningar 10 oktober, tað vil siga fyri 14 døgum síðani. Hann svaraði ongantíð, og tí gekk eg út frá, at hann var samdur í mínari tulking av hansara boðskapi, sigur Anne-Marie Mohr Nielsen, blaðkvinna

LGBT Føroyar umhugsaði seinnapartin at melda Jenis av Rana fyri júst útsagnirnar í greinini í Information fyri brot á § 266b.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327