Bjarni Johansen farin úr Javnaðarflokkinum

Bjarni Johansen farin úr Javnaðarflokkinum
Borgarstjórin í Vági sigur, at talan er um fleiri ósemjur, sum hann ikki kann standa inni fyri, ella vera partur av, og tí hevur hann meldað seg úr flokkinum
Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági, hevur meldað seg úr Javnaðarflokkinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.11.2024 - 13:01

Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági, hevur meldað seg úr Javnaðarflokkinum.

Tað boðar Bjarni Johansen sjálvur frá í tíðindaskrivi.

Tað kom dátt við hjá Javnaðarflokkinum í Vági, at Bjarni Johansen sunnudagin ikki vildi skriva undir semjuskjal millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, men í staðin fór í part við Tjóðveldi, sum tí fekk meiriluta í býráðnum.

Síðani hevur Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag havt fleiri fundir um, hvørja lagnu Bjarni Johansen skal fáa í Javnaðarflokkinum.

Nú hevur Bjarni Johansen so sjálvur tikið avleiðingarnar og hevur meldað seg úr flokkinum.

 

Fleiri innanhýsis ósemjur

Í tíðindaskrivinum sigur Bjarni Johansen millum annað, at:

"Talan hevur verið um fleiri innanfloks ósemjur, sum jeg ikki kann standa inni fyri ella vera partur av, og tí havi jeg tikið avgerð um at melda meg úr flokkinum."

Og hann heldur fram:

"At orrustan síðan valdagin heldur fram og tykist endaleys, tí summi ikki vilja síggja veruleikan í eyguni og koma víðari, kann jeg hvørki bjóða mær sjálvum ella teimum, ið valdu meg. (...) Jeg smekki ikki við nakrari hurð, men vil fegin takka øllum, sum jeg havi samstarvað við, bæði í flokkinum og øðrum."

Kringvarpið hevur roynt at fingið orðið á Bjarna Johansen, men tað hevur ikki eydnast. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. mars
RagnarRokk 12.mars 2026
204780
Hósdag 12. mars
Andglettur
205530
Hósdag 12. mars
Fyrsta val 12. mars 2026
205529
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459