Á Breddanum: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini

Á Breddanum: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
Hvussu skal nevndin arbeiða, og skulu vit yvirhøvur hava eina landsstýrismálanevnd, verður spurt í sendingini í dag
Landsstýrismálanevndin. Frá vinstru Bárður á Steig Nielsen, Hans Jacob Thomsen, formaður, og Hanna Jensen.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.11.2024 - 09:03

Hvat skal henda við landsstýrismálanevndini?

Tann spurningurin stendur eftir, nú málið um Ingilín D. Strøm, fyrrverandi landsstýriskvinnu, er avgreitt. 

Landsstýrismálanevndin kom rættiliga í eldin, tá tað frættist, at ein fyribils niðurstøða hjá nevndini segði, at landsstýriskvinnan tilvitað hevði sagt ósatt fyri tinginum. Síðani broytti ein meiriluti í nevndini hugsan og vildi hava kanningarstjóra settan. 

Málið endaði sum kunnugt við einum misáliti á landsstýriskvinnuna, sum legði frá sær, tá hon staðfesti, at tað fór at verða samtykt.

Men hvat skal henda við landsstýrismálanevndini nú?

Í løtuni liggur ein kæra í nevndini um Dennis Holm, landsstýrismann, tí hann hevur býtt svartkjaft út sum felagskvotu.

Hvussu skal landsstýrismálanevndin arbeiða, og skulu vit yvirhøvur hava eina landsstýrismálanevnd?

Tað spyrja vit um í sendingini í dag.

Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982