- Tíðindi, mentan og ítróttur
Triðingur hevur útbúgving í heilsu og umsorgan
Á Hagstovuni hava tey fingið nýggj tøl um allar føroyingar í Danmark.
Fyri fyrstu ferð kann Hagstovan í samstarvi við Danmarks Statistik nú við hagfrøðini staðfesta, hvørjir føroyingar eru búsitandi í Danmark.
Millum annað vísa tølini, at persónarnir við føroyskum bústaðartilknýti, sum framvegis búgva uttanlands og hava lokið útbúgving í Danmark, eru blivnir 3.600 fleiri síðan aldarskiftið.
Heilsa og umsorgan
Meginparturin av teimum - 258 fólk - eru útbúgvin í greinini 'barnaansing og ungdómstilboð'.
195 fólk hava útbúgving í læknavísindi, og 164 hava útbúgving í sjúkrarøkt og sum ljósmøður.
Sí talvu yvir útbúgvingar hjá flestu føroyingum í Danmark her:
Erla Thorsteinsson, hagfrøðingur á Hagstovuni, greiðir her frá nýggju tølunum:
Lesa heldur í Danmark
Tróndur Møller Sandoy er ph.d. í búskaparfrøði og starvast dagliga á Setrinum. Hann hevur hugt at nýggju tølunum.
"Tað, sum er mest áhugavert í tølunum hjá Hagstovuni, er, hvat fólk hava lisið. Tey hava í stóran mun útbúgvingar, sum til ber at lesa til í Føroyum," sigur Tróndur Møller Sandoy
Føroyska flytimentanin
Í tjúgu ára aldri eru umleið 40 prosent í hvørjum ættarliði búsitandi uttanlands. Bara helvtin av hesum flyta heim aftur sambært Hagstovuni.
“Í Føroyum hava vit eina flytimentan, har tað verður sæð sum púra natúrligt at fólk flyta burtur,” sigur Erika Hayfield, granskari á Fróðskaparsetrinum.
Hon hevur í mong ár arbeitt við fráflytingini millum ungar føroyingar. Gransking vísir, at tey ungu, sum flyta úr Føroyum, í flestu førum ætla sær aftur til Føroya, tá tey flyta.
“Tá vit í granskingarverkætlanum spyrja ung fólk, sum ganga í framhaldsdeild ella á miðnámsskúla, so siga tey allar flestu, at tey ætla sær heim aftur, tá tey eru liðug at lesa,” sigur Erika Hayfield.
Missa fleiri enn Ísland
Í Føroyum flytur fimtihvør í hvørjum ættarliði uttanlands og kemur ikki heim aftur.
Í Íslandi er tað tíggjundi hvør, vísir nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.
Meðan búfestið er batnað í Íslandi frá eldru til yngru ættarliðini, stendur búfestið meira ella minni í stað í Føroyum.