Kringvarpsstjórin loystur úr starvi

Um KVF›Tíðindi
Kringvarpsstjórin loystur úr starvi
Orsøkin er tað, sum kom fram í Frihedsbrevet í síðstu viku, at kringvarpsstjórin hevur lovað einum persóni at sleppa undan at rinda kringvarpsgjald
Ivan Niclasen er loystur úr starvinum sum kringvarpsstjóri.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03-12-2024

Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri, er loystur úr starvi.

Tað sigur Rógvi Olavson, formaður í stýrinum fyri Kringvarpið. 

Stýrið hevði fund allan seinnapartin í gjár og niðurstøðan var, at stýrið ikki longur hevði álit á stjóranum.

Orsøkin er tað, sum kom fram í Frihedsbrevet í síðstu viku, at kringvarpsstjórin hevur lovað einum persóni at sleppa undan at rinda kringvarpsgjald.

 

Rógvi Olavson, formaður í kringvarpsstýrinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Stjórin segði, at hetta varð gjørt fyri trygdina hjá starvsfólkum.

Kringvarpsstýrið fer nú at seta fyribilsstjóra í Kringvarpinum.

Hoyr samrøðu við Rógva Olavson, formann í kringvarpsstýrinum:

 

Rogvi_um_Ivan

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Hósdag 26. november
Eitt korter við jazzi 26. november 2026
217044
Hósdag 26. november
Breddin: Nýskipanarnevnd í andróðri
217028
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915

Um kvf css