Ivan Niclasen: Kringvarpssavnið verður við tíðini atkomuligt hjá fólki

Ivan Niclasen: Kringvarpssavnið verður við tíðini atkomuligt hjá fólki
"Arbeiðið við at gera kringvarpssavnið atkomuligt hjá fólki er ikki steðgað upp," sigur kringvarpsstjórin, sum tó væntar, at tað fer at taka fýra til fimm ár at koma á mál
Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpi Føroya
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.08.2024 - 12:48

Skulu fólk kunna leita fram mánaferðina í 1969 ella landsdystin móti Norðurírlandi í Belfast í 1991, sum sagt varð frá í útvarpinum? 

"Jú, tað er enn ætlanin, at kringvarpssavnið skal gerast so atkomuligt sum til ber," sigur Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpi Føroya.

"Men tað fer at taka nakað av tíð og fer at henda so líðandi, ásannar hann. 

 

Arbeiðið steðgað upp

Fyrrverandi verkætlanarleiðari í Savnsgulli, Mass Hoydal, hartar nú Kringvarpið fyri, at einki er hent við arbeiðinum at gera kringvarpssavnið atkomuligt fyri føroyingum, síðani komið var á mál við at talgilda savnið á ólavsøku í fjør. 

 

>>Sí eisini: "Fyrrverandi leiðari í SavnsGulli: 'Kringvarpssavnið má gerast atkomuligt'"

 

Men Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpi Føroya, vísir staðiliga aftur, at talan er um manglandi vilja í Kringvarpi Føroya at gera nakað við ætlanina, ella at arbeiðið er steðgað upp.

"Vit arbeiða framhaldandi við at fáa savnið hjá okkum út til føroyingar, men vit fara at gera tað upp á ein máta, soleiðis at savnið verður knýtt upp í yvirskipaðu talgildu snaringina hjá stovninum," útgreinar kringvarpsstjórin.

Ivan Niclasen væntar, at tað fara at ganga eini fýra ella fimm ár, áðrenn fólk fara at síggja munandi meira av kringvarpssavninum, enn tey gera í dag. 

 

Ivan_Niclasen_um_SavnsGull

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391