Kringvarpið sleppur ikki at senda innleiðandi OL-róðrarnar hjá føroyingunum

Kringvarpið sleppur ikki at senda innleiðandi OL-róðrarnar hjá føroyingunum
Kringvarpið sleppur í verandi støðu ikki at senda OL-róðrarnar hjá føroyingunum Sverra Sandberg Nielsen og Sáru Mariu Johansen - í øllum førum ikki teir innleiðandi róðrarnar
Sverri Sandberg Nielsen, Føroya fremsti rógvari gjøgnum tíðirnar
Mynd: Savnsmynd  
 
26.07.2024 - 13:01

TV2 hevur rættindini til at senda kappróðurin á olympisku leikunum til danska kongsríkið, og TV2 hevur ikki ynskt at geva Kringvarpi Føroya loyvi at senda tær OL-kappingarnar, ið TV2 hevur rættindini til. 

Tað merkir, at Kringvarpið í verandi støðu ikki kann senda róðrarnar hjá føroyingunum Sverra Sandberg Nielsen og Sáru Mariu Johansen - í øllum førum ikki teir innleiðandi róðrarnar, sum vera í morgin og ólavsøkudag.

 

Tað sigur Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpi Føroya. 

Kringvarpið hevur gjørt eina avtalu við Danmarks Radio um at senda allar tær OL-kappingarnar, ið DR hevur rættindi til at senda. Tað merkir, at nógvur ítróttur frá OL verður at síggja í sjónvarpinum, men tíverri ikki kappróðurin.

1687736


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221