Netanyahu í rættinum í revsimáli um mutur

Netanyahu í rættinum í revsimáli um mutur
Ísraelski forsætisráðharrin er m.a. ákærdur fyri at hava boðið blaðeigarum góðar avtalur afturfyri jaliga umrøðu
Benjamin Netanyahu í rættinum í morgun. Hann vísir øllum ákærum aftur.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
10.12.2024 - 15:53

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, møtti í morgun í rættinum í Tel Aviv, har hann skal koma við síni frágreiðing í málinum um mutur og svik.

Netanyahu er fyrsti sitandi forsætisráðharri í Ísrael, sum er ákærdur í einum revsimáli.

Málið byrjaði í 2020, og snýr seg um, at Netanyahu í trimum førum m.a. skal hava boðið blaðeigarum góðar avtalur afturfyri jaliga umrøðu í miðlunum.

Forsætisráðharrin vísir øllum ákærum aftur. 

 

(Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Eitt lágmark

Men at hann skal møta í rættinum og geva frágreiðing í einum máli um mutur og svik, verður umrøtt sum eitt lágmark í drúgvu politisku starvsleið hansara.

Hann kann verða dømdur upp í 10 ára fongsul.

Sambært ísraelskari lóg, kann Netanyahu vera sitandi sum forsætisráðharri, hóast hann er ákærdur. 

Men verður hann funnin sekur, noyðist hann leggja frá sær. 

Mett verður, at tað ganga fleiri mánaðir, áðrenn dómur fellur í málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687