Eftirlitið sigur eitt í 2017 og eitt annað í dag

Eftirlitið sigur eitt í 2017 og eitt annað í dag
Tað er ørkymlandi fyri kommunurnar kring landið, at Kommunala eftirlitið sigur eitt í 2017 og nakað heilt annað í 2024 um prísir á grundstykkjum, sigur Torbjørn Jabobsen
Kommunufelagið finst at Kommunala eftirlitinum.
 
20.12.2024 - 13:00


- Tað er ørkymlandi fyri kommunurnar kring landið, at Kommunala eftirlitið sigur eitt í 2017 og nakað heilt annað í 2024, tá tað snýr seg um, hvussu prísur verður settur á kommunal grundstykki.

Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum, nú Kommunala eftirlitið av sínum eintingum hevur tikið upp eitt mál um grundstykkjaprísir í Tórshavnar kommunu:

Í januar mánaði samtykti Tórshavnar býráð, at grundstykki í Kollafirði skuldu seljast fyri undir kostprís, sum hevur verið praksis síðani 2017.

Men Kommunala eftirlitið heldur ikki, at tað er í samsvari við regluna um, at kommunur hava skyldu til at virka fíggjarliga ráðiligt, at grundstykki verða seld fyri minni enn tað, tað kostar at gera tey byggibúgvin.

Í aktuella málinum snýr tað seg um grundstykki í Kollafirði, sum Tórshavnar kommuna ætlaði at selja fyri 500.000 krónur, hóast metti kostprísurin var 780.000 krónur fyri hvørt stykki.

Niðurstøðan frá Kommunala eftirlitinum fyri eini viku síðani, tann 12. desembur, ørkymlar kommunurnar kring landið, sigur formaðurin í Kommunufelagnum, Tórbjørn Jacobsen.

Í 2017 vóru boðini frá Kommunala Eftirlitinum, at “ein kommuna kann IKKI selja fyri kostprís, um marknaðarprísurin liggur hægri enn kostprísurin. Ein kommuna kann tískil hava eitt YVIRSKOT um marknaðarprísurin er høgur.”

Eisini varð sagt, at “ein kommuna kann eisini selja fyri ein LÁGAN marknaðarprís, hóast kostprísurin ikki kemur innaftur til kommununa. Hetta merkir, at ein kommuna kann hava undirskot, um marknaðarprísurin er lágur.”

Tórbjørn Jacobsen vísir á, at avgerandi fyri, hvussu og hvar fólk búseta seg, eru tær treytir, peningastovnarnir seta, alt eftir hvar bygt verður.

Formaðurin í Kommunufelagnum mælir til, at málið verður tikið upp politiskt, so vendast kann aftur til ta tulkingina, ið var galdandi í 2017, heldur enn ta nýggju, sum Kommunala eftirlitið nú er komið við:

1715791

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328