Tvey komin til ilnar - maðurin mátti í brummuna

Tvey komin til ilnar - maðurin mátti í brummuna
Um 18-tíðina í gjárkvøldið varð politiið boðsent til eini hús í norðurøkinum, har tey bæði fólkini, sum búðu har, vóru komin til ilnar
 
21.12.2024 - 11:31

- Tvey fólk hava sovið í brummuni í nátt, men annars hevur verið rímiliga friðarligt, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Um seks-tíðina í gjárkvøldið varð politiið boðsent til eini hús í norðurøkinum, har tey bæði fólkini, sum búðu har, vóru komin til ilnar.

Onnur fólk fingu lagt ímillum, men tá ið politiið kom á staðið, var maðurin enn ikki sissaður, so politiið tók hann við sær til Havnar og koyrdi hann í brummuna.

Og nakað fyri klokkan átta í gjárkvøldið kom ein hýruvognsførari á politistøðina í Havn við eini kvinnu, sum var í so óstýrilig í bilinum.

- Hon var bæði drukkin og kedd, so hon varð koyrd í brummuna at sova rúsin út, og í morgun hava avvarðandi so verið eftir henni og fingið hana heim, sigur vakthavandi.

Í gjár vóru tað annars aftur tveir tilburðir í Havn, har ungfólk spæla hund við fløskubumbum, men tá ið politiið kom á staðið, var eingin at síggja.

- Hetta hevur verið ymsastaðni í býnum, men er nú sum oftast uttan fyri hjá tveimum fólkum, ið ikki fáa frið fyri ótangunum, visti vakthavandi á politistøðini í Havn at siga í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. juli
Súrligt summar: Kom! Tosa!
194981
Leygardag 26. juli
Morgunlestur leygardagur 26. juli 2025
194849
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 26. juli
Tíðir og tankar
194978
Fríggjadag 25. juli
Veðrið
194969
Hósdag 24. juli
Motorarnir og maðurin
194948
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844