Fer ivaleyst eisini at ávirka í Føroyum

Fer ivaleyst eisini at ávirka í Føroyum
Russland hevur í nógv ár roynt at ávirka lond í Vesturheiminum
Russland rloynir at ávirka lond í Vesturheiminum.
 
31.12.2024 - 15:23

Hóast Danmark, Grønland og Føroyar ikki eru serliga høgt raðfest í royndunum hjá Russlandi at ávirka onnur lond, nú Russland er vorðið støðugt meira avbyrgt, kann ikki útilokast, at tey trý londini vera drigin uppí átøkini hjá Russlandi.

Tað sigur Fregnartænastan hjá donsku verjuni í nýggjastu frágreiðing sínari.

Russland er eisini farið at brúka aðrar hybridar hættir enn sabotasju. 

Russland hevur í nógv ár roynt at ávirka lond í Vesturheiminum.

Og tað er sannlíkt, at hóttanin móti londunum í Vesturheiminum verður størri. 

Koma ivaleyst við

Og tað er eisini sannlíkt, at Danmark, Grønland og Føroyar koma við í átøkini, sum eru ætlað ES, Nato og londini vestanfyri yvirhøvur. 

Yvirskipaða ætlanin hjá Russlandi er at elva til split og óvissu, so londini ikki standa so væl saman móti Russlandi til dømis um at boykotta Russland.

Endamálið er eisini at fáa í lag atfinningar móti stuðlinum, sum vesturlondini geva Ukraina, skrivar FET.

Russland brúkar eitt nú vesturlendskar politikarar og tey, sum mynda almennu áskoðanina, og sum halda við Russlandi. 

Landið roynir at fáa samband við politikarar, sum eru uttast til høgru ella uttast til vinstru.   

Russland brúkar eisini sosialar miðlar til at minka álitið hjá fólki á viðurkendar miðlar og politiskar mannagongdir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928