Pedagogfelagið ger nýggja strategi

Pedagogfelagið ger nýggja strategi
Nevndin heldur, at felagið hevur brúk fyri einum meira tíðarhóskandi hami
Nevndin hevur brúkt seinna hálvár í fjør til gera nýggja strategi.
 
02.01.2025 - 10:11

Á aðalfundinum í mars fer nevndin í Pedagogfelagnum at leggja fram uppskot um nýggja strategi fyri felagið.

Nevndin hevur brúkt seinna hálvár í fjør til gera nýggja strategi.

Nevndin heldur, at felagið hevur brúk fyri einum meira tíðarhóskandi hami.

Tað gera samfelagsligar broytingar eisini.

Hugsanin er ikki, at alt skal broytast alt fyri eitt.  Men nú eftir nýggjár skal so líðandi okkurt broytast.

 

Sanna á Løgmansbø er forkvinna í Pedagogfelagnum. (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Visjón og missión

Fyrsta uppgávan er at orða eina visjón og missión fyri felagið, samstundis sum felagið skal hava nýggja heimasíðu og nýggjan grafikk og litsamanseting.

Strategiarbeiðið er lagt til rættis soleiðis, at ráð og álitisfólk eru tikin við í gongdini allan vegin, sigur nevndin í Pedagogfelagnum. 

Hetta var umráðandi, so øll kunnu fáa ognarskap í arbeiðinum, og kenna seg aftur í tí, nevndin fer at varpa út í nýggja árinum.

Nevndin fer at leggja alt strategiarbeiðið fyri aðalfundin í mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334