Varaborgarstjórin er fáorðað - vísir til grein á facebook

Varaborgarstjórin er fáorðað - vísir til grein á facebook
Hóast Jóhanna Paula við Streym, varaborgarstjóri í Sunda kommunu, heitir á Eyðstein Zachariasen, borgarstjóra, um at leggja frá sær, ætlar hon at arbeiða saman við honum
Jóhanna Paula við Streym (mynd av Facebook-vanga)
 
02.01.2025 - 13:49

Longu fyrsta dag til arbeiðis, valdar ófriður hjá nývalda býráðnum í Sunda kommunu. 

Orsøkin er ónærisligu myndirnar, sum Eyðstein Zachariasen, borgarstjóri, sambært Frihedsbrevet, hevur sent fleiri kvinnum. 

Á sínum facebook-vanga heitir varaborgarstjórin, Jóhanna Paula við Streym, nú á kvinnur, sum hava fingið slíkar myndir, um at melda tað til løgregluna. 

Samstundis biður hon Eyðstein Zachariassen um at siga borgarstjórasessin frá sær. 

 

 

Fáorðað

Í viðmerkingini sigur hon tó, at hon ætlar sær at arbeiða saman við Eyðsteini Zachariassen. 

Hetta kann tykjast sum ein andsøgn, og hetta hava vit tí spurt varaborgarstjóran um. 

Tað var tó ein sera fáorðað Jóhanna Paula við Streym, sum Kringvarpið tosaði við í dag:

 

02012024_Sundalagid

 

Tað hevur ikki eydnast at fáa viðmerking frá Eyðsteini Zachariasen, borgarstjóra.

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751