Miðal kommunuskatturin er nú 19,97 prosent

Miðal kommunuskatturin er nú 19,97 prosent
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at kommunuskatturin fyri fyrstu ferð í nógv ár er komin niður um 20 prosent
Broytingarnar hava við sær, at miðal kommunuskatturin lækkar úr 20,02 prosentum niður í 19,97 prosent.
Mynd: Vinnuhúsið  
 
06.01.2025 - 15:00

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at seks kommunur hava valt at lækka kommunuskattin, og at 11 kommunur hava hækkað barnafrádráttin.

Slíkar broytingar virka við til at gera føroyska persónskattin og arbeiðsmarknaðin meira kappingarføran.

Hetta skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuni.

Broytingarnar hava við sær, at miðal kommunuskatturin lækkar úr 20,02 prosentum niður í 19,97 prosent.

Samstundis hækkar miðal barnafrádrátturin úr 8.036 krónur fyri barnið upp í 8.471 krónur barnið.

Hóast talan sostatt ikki er um kollveltandi broytingar, fegnast Føroya Arbeiðsgevarafelag tó um, at gongdin í kommunuskattinum er røtt, og at miðal kommunuskatturin nú fyri fyrstu ferð í nógv ár er komin niður um 20%-markið.

Til samanberingar var miðal kommunuskatturin í 2015 omanfyri 21%.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928