Nógv verður á skránni í Varpinum komandi mánaðirnar

Nógv verður á skránni í Varpinum komandi mánaðirnar
Tað sigur Annfinnur Heinesen, stjóri, sum samstundis er sera vælnøgdur, nú Varpið var trýstroynt í samband við framførslurnar av Regin smiði
Annfinnur Heinesen, stjóri í Mentanarhúsinum Varpið í Klaksvík
Mynd: Gunnar Nolsøe  
 
09.01.2025 - 13:40

Regin Smiður, sum Sunleif Rasmussen hevur skrivað, hevur verið ein spennandi avbjóðing hjá okkum, sigur Annfinnur Heinesen, og alt hevur riggað sum tað skuldi, samstundis sum afturmeldingarnar hava verið sera góður.

Og komandi mánaðirnar verður nógv á skránni. Leygardagin verður eitt sera fjølbroytt tiltak á skránni, sum ber heitið "Ein dýrabærur dropi í tíðarhavinum - Hilda sjeyti - 40 ár í Afrika".

Frá mánadegnum 13. til sunnudagin 19. januar verður barnafilmsfestivalur í Varpinum, og tá verður eitt nú høvi at síggja Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum.

Eisini verður konsert við Oddur Joensen Trio, høvið verður at síggja barnaleikin "Hevur tú sæð Carmen" við íblásturi úr kendu operuni Carmen eftir Bizet, Føroya Symfoniorkestur fer eisini á pall í Varpinum fyri fyrstu ferð, og FMA 2025 fer eisini at verða sent beinleiðis úr Varpinum.

Tú kanst hoyra samrøðuna við Annfinnur Heinesen her!

 

1718454


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345