Sær lovandi út fyri Sjálvstýri

bannari
Sær lovandi út fyri Sjálvstýri
Sjálvstýri, sum datt út úr Løgtinginum seinasta val, sær út til at fáa umboð á ting, nú ein góð helvt av atkvøðunum er upptald
 
26.03.2026 - 22:23

Ein av teimum stóru spurningunum á løgtingsvalinum í dag er, um Sjálvstýri fær umboð á tingi ella ikki. Flokkurin er meiri enn aldargamal, tí tað var býtið millum Sambandsflokkin og Sjálvstýrisflokkin, sum hann æt tá, sum var uppruning til politisku flokkskipanina, sum vit hava í Føroyum.

Men á løgtingsvalinum í 2022 datt Sjálvstýri út, og framtíðin hjá gamla flokkinum gjørdist óviss.

Helvtin av atkvøðunum taldar
Í løtuni er helvtin av atkvøðunum taldar upp, og Sjálvstýri stendur til at fáa 3,2 prosent av atkvøðunum. Tað er eitt vet meiri enn tey umleið 3 prosentini, sum skulu til fyri at koma upp um tinggáttina, sum tað eitur.

Tað, sum er eftir, kann sjálvandi broyta nógv, men í løtuni sær út til, at Sjálvstýri hevur ein veruligan møguleika at fáa umboð aftur á løgtingi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358