Jana bleiv víst á dyr

Jana bleiv víst á dyr
Fyrr í dag fór Jana Mortensen á val í høllini í Hoyvík, men hon bleiv steðgað í hurðini, tí hon bar politiskt tekin á troyggjuni, og hetta er ikki loyvt í valhølum.
26.03.2026 - 21:21

Tað gekk skjótt fyri seg, tá ið Jana Mortensen skuldi út av húsum fyrr í dag at avgreiða sína atkvøðu til løgtingsvalið.  

Hon koyrdi hondina niður í skuffina, tók ta fyrstu troyggjuna, hon fekk fatur í, og so fór hon avstað.  

Tá ið hon kom fram til valstaðið, bleiv hon tó steðgað í hurðini. 

Hon var farin í eina bjartgula troyggju við orðinum Loysing á. 

Eitt orð, sum ofta verður sett saman við tjóðveldishugsjónini. Hetta bleiv tí av valstýrinum mett at vera eitt politiskt tekin, og slíkt tekin er ikki loyvt at bera í valhølum.  

Eyðfríð Jacobsen er valstýriskvinna í Hoyvík. 

-Tað er tí, at veljarin skal fáa frið at taka støðu uttan at blíva ávirkaður, tá ið hann kemur inn her, segði hon við Kringvarpið fyrr í dag.  


Jana Mortensen hevði ikki loyvi at atkvøða í troyggju við orðinum Loysing á bringuni (Mynd: Kristianna Klein)

 

Hetta tók Jana Mortensen við einum smíli. Hon hevði ikki givið sær far um, hvørja troyggju hon hevði latið seg í, og fyri hana var tað als eingin trupulleiki at venda troyggjuni við.  

- Eg hevði als ikki hugsað um tað. Eg tók tað, sum lá ovast og leyp avstað. 

Men tað er altso ikki loyvt, og hetta tekur valstýriskvinnan í álvara.  

Tó kann tað verða torført at leggja merki til alt tað, sum fólk eru í, serliga tá ið ein streymur av fólki kemur í senn, og um onkur ber lítlar lutir sum oyrnaprýði, sigur Eyðfríð Jacobsen.

Uttan fyri valhølið í Hoyvík skilir Jana Mortensen væl, at eitt mark verður sett.  

- Tá ið reglurnar eru, sum tær eru, so havi eg ongan trupulleika at virða tær.  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210