Føroya Symfoniorkestur hevur nógv á skránni komandi mánaðirnar

Føroya Symfoniorkestur hevur nógv á skránni komandi mánaðirnar
Tað sigur Hans Petur í Brekkunum, stjóri, nú orkestrið, kórið og solistar fyrireika seg til árligu nýggjárskonsertirnar um vikuskiftið
Hans Petur í Brekkunum, stjóri í Føroya Symfoniorkestri
 
09.01.2025 - 14:22

Fríggjakvøldið og leygarkvøldið fer Føroya Symfoniorkestur við kóri og solistum at hava árligu nýggjárskonsertirnar í Norðurlandahúsinum, og tónleikaskráin er bæði undirhaldandi og spennandi, sigur Hans Petur í Brekkunum, stjóri í Føroya Symfoniorkestri.

Tað verður Susanne Andersson, sopranur úr Svøríki, ið verður solistur, og eisini verður høvið at hoyra saxofonspælaran, Kristinu Thede Johansen.

Bernharður Wilkinson stjórnar orkestrinum, meðan Tóra Vestergaard venur kórið.

Nýggjárskonsertin leygarkvøldið verður eisini sjónvarpað beinleiðis í KvF, og tá verður eisini ein serlig hátíðarløta.

 

Nógv á skránni komandi mánaðirnar

1. mars verður høvið at hoyra Føroya Symfoniorkestur í nýggju stórhøllini Við Tjarnir, har ið 3.000 áhoyrarar vera til staðar.

Føroya Symfoniorkestur og kórið vera eisini við á Várkonsertini, har ið tey fara at framføra stórverkið Requiem eftir Verdi, og seinri verður høvið at hoyra Veiðavind, og tað verður bæði í Norðurlandahúsinum og í Varpinum.

Tú kanst hoyra samrøðuna við Hans Petur í Brekkunum her!
 

1718868

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558