10.000 pund á 36 stampum

10.000 pund á 36 stampum
Stakkavík kom á Klaksvík klokkan tvey í dag at landa, og teir hava gjørt ein góðan túr
10.01.2025 - 19:52

Tað er góður fiskiskapur og góður prísur í løtuni, so teir fáu útróðrabátarnir, sum eru, dríva tað hart í løtuni.

Stakkavík fóru á sín fyrsta túr í gjárkvøldið klokkan níggju. Í dag klokkan tvey komu teir inn aftur við við sløkum 10.000 pundum, sum teir høvdu fingið á 36 stampum.

- Tað er góður fiskiskapur í løtuni, sigur Andru Poulsen, skipari á Stakkavík.

Tað mesta er góður toskur, men teir hava eisini nakað av hýsu.

 

Góður prísur

Prísurin hevur eisini verið sera góður higartil í ár.

Tann størsti toskurin hevur havt ein miðalprís omanfyri 40 krónur fyri hvørt kilo, tann næststørsti toskurin upp móti 40 og trýarin hevur ligið um 33-34 krónur fyri kilo.

Høgni Hansen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya sigur, at hýsuprísurin hevur eisini verið góður, ofta omanfyri 30 krónur, men í dag var hann omanfyri 20 krónur fyri hvørt kilo.

 

Longu farin út aftur

Umframt teir ungu menninar, sum eru við Stakkavík, eru fleiri, sum rekja um. 

Stakkavík er longu farin út aftur, og ætlanin er at gera tveir túrar áðrenn sunnudagin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162