Suni Justinussen verður nýggjur stjóri í Magn

Suni Justinussen verður nýggjur stjóri í Magn
Hann tekur við starvinum 1. apríl
Suni Justinussen tekur við sum stjóri í Magn 1. apríl.
 
15.01.2025 - 10:34

Suni Justinussen er settur sum stjóri í Magn.

Hann tekur við starvinum 1. apríl.

Suni Justinussen, sum er 43 ára gamal, hevur verið stjóri í Gro Aqua, fyrr JT Electric, síðani 2017.

Suni Justinussen er útbúgvin maskinmeistari og íløguráðgevi, og hevur seinastu 25 árini m.a. verið maskinmaður á skipasmiðjuni á Skála, hjá Mærsk, íløguráðgevi í Betri Banka, sølumaður hjá Vodafone, og seinastu sjey árini hevur hann verið stjóri á Gro Aqua.

Í 2023 var Suni Justinussen kosin ársins leiðari í privata vinnulívinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595