Gera 120 til 200 prostatakanningar í Klaksvík um árið

Gera 120 til 200 prostatakanningar í Klaksvík um árið
Við tveimum MR-skannarum í Sjúkrahúsverkinum er nærum eingin bíðitíð at sleppa framat, sigur Heilsumálaráðið
MR-skannarin á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
 
17.01.2025 - 14:51

Nú verða allar prostatakanningar av føroyskum monnum gjørdar við nýggja MR-skannaranum á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Í desember í fjør vóru fyrstu prostatakanningarnar gjørdar í Klaksvík.

Í 2023 vóru 23 menn sendir til kanningar í Danmark.

Heilsumálaráðið sigur, at nú farið verður at gera hesar kanningar í Føroyum, verða nógv fleiri skanningar gjørdar, tí nú verða menn skannaðir, í staðin fyri at gera biopsi fyrst til tess at staðfesta, um tørvur er á at skanna fyri krabbameini í prostata.

 

Slepst undan at fara av landinum

Sambært metingum hjá Sjúkrahúsverkinum, fer Klaksvíkar sjúkrahús at gera millum 120 og 200 prostataskanningar um árið. Sostatt sleppur ein stórur partur av hesum monnum undan at fara av landinum til kanningar.

 Í fjør vóru tilsamans  595 MR-skanningar gjørdar í skannaranum á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Við tveimum MR-skannarum í Sjúkrahúsverkinum er orkan so stór, og so at siga eingin bíðitíð er at sleppa framat, sigur Heilsumálaráðið.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860