2.600 fleiri gistingar í fjør

2.600 fleiri gistingar í fjør
Tilsamans vóru 95.000 innskrivingar í 2024
Tilsamans vóru 230.434 fólkanætur í fjør.
Mynd: Bjarn Árting Rubeksen  
 
29.01.2025 - 08:35

2.600 fleiri innskrivingar vóru á føroysku gistingarhúsunum í fjør enn í 2023. Vøksturin er 2,8 prosent.

Innskrivingarnar vóru slakar 95.000 í fjør.

Tað skrivar Hagstovan. 

Verður hugt at tí, sum verður kallað fólkanætur, er vøksturin 8.859, sum svarar til fýra prosent.

Tilsamans vóru 230.434 fólkanætur í fjør.

Fólkanætur telja, hvussu nógv fólk gista, og hvussu leingi. Um eitt fólk svevur tríggjar nætur, ella um trý fólk sova eina nátt, er talan í báðum førum um tríggjar fólkanætur tilsamans.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980