Vilja hava skipið latið leyst

Vilja hava skipið latið leyst
Sakførarin hjá skipaeigarunum heldur, at málið hoyrir ikki heima í Svøríki, tí skipið er skrásett á Malta
Svenskir myndugleikar halda skipinum Vezhen aftur.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
30.01.2025 - 15:22

Eigararnir av farmaskipinum Vezhen, sum sunnudagin var afturhildið av svenskum myndugleikum, tí skipið er undir illgruna fyri sabotasju í sambandi við kaðalbrot í Eystursjónum, krevja nú, at skipið verður latið leyst. 

Tað upplýsir svenska kringvarpið, SVT.

Kravið er lagt fyri landsrættin í Stokkhólmi.

 

Hoyrir ikki heima í Svøriki

Sakførarin hjá skipaeigarunum heldur, at málið hoyrir ikki heima í Svøríki. Grundgevingin er, at skipið er skrásett á Malta, og at lettiska útvarps- og sjónvarpsfelagið LVRTC eiga skadda kaðalin.

Frammanundan hevur Aleksander Kalchev, stjóri í bulgarska reiðarínum Navigation Maritime Bulgare, sum eigur Vezhen, sagt, at skipið møguliga hevur rakt baltiska sjókaðalin, sum fekk skaða sunnudagin.

Tá legði hann dent á, at talan var um eitt hendiligt óhapp, tí ringt veður var á leiðini, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328