Deep Seek bannað í Italia

Deep Seek bannað í Italia
Kinesiska vitlíkistænastan vil ikki samstarva við italskar myndugleikar
 
01.02.2025 - 12:59

Kinesiska vitlíkistænastan Deep Seek er nú bannað í Italia. 

Tað skrivar Politico.eu. 

Tað hendir eftir boðum frá italska Dátueftirlitinum, sum hevur givið fyritøkunum, sum hava ment Deep Seek, Hangzhou DeepSeek Artificial Intelligence og Beijing DeepSeek Artificial Intelligence, boð um at gevast at brúka upplýsingar hjá italskum borgarum alt fyri eitt. 

Sambært Politico hendi tað eftir, at kinesisku fyritøkurnar sýttu fyri at samstarva við italsku myndugleikarnar. 

- Í mótsetning til tað, sum myndugleikarnir hava staðfest, upplýsa fyritøkurnar, at tey ikki virka í Italia og at evropeisk lóggáva tí ikki geldur fyri tey, sigur italska Dátueftirlitið. 

Eitt svar, sum sambært italska Dátueftirlitinum, ikki kann góðtakast. 

ChatGPT somu lagnu
Hetta er ikki fyrstu ferð, at italskir myndugleikar fara í hernað móti vitlíki.

Eisini ChatGPT bleiv í fyrstu atløgu bannað í 2023, tá fyritøkan OpenAI ikki vilda eftirlíka krøvum frá myndugleikunum. 

Eftir at fyritøkan eftirlíkaðum krøvunum slapp hon aftur at virka í Italia.

DeepSeek er kinesiska svarið uppá vitlíkistænastur so sum ChatGPT, og tað serliga við DeepSeek er, at tað hevur verið ógvuliga bíligt at menna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328