Jasmin Mote: "Plátan er mín søga"

Jasmin Mote: "Plátan er mín søga"
Fríggjadagin gevur Jazzygold út plátuna "It's Been a While", ið hon lýsir sum ein dagbók yvir sítt lív. Týskvøldið var hon gestur í LEITISSTEIN
 
12.02.2025 - 17:30

"Welcome to my head, it can get messy," eru fyrstu orðini á nýggju plátuni hjá Jazzygold "It's Been a While", sum kemur út fríggjadagin. 

Týtt, so merkir fyrsta reglan á plátuni "vælkomin inn í mítt høvd, men gev gætur, at tað kann vera eitt sindur óruddiligt."

Hetta er rættiliga umboðandi fyri evnini, ið plátan viðger, sigur Jasmin Mote, ið er kvinnan handan listanavnið Jazzygold, í sendingini LEITISSTEIN.

"Eg haldi, at hendan plátan er mín søga - ein bókstavilig gjøgnumgongd av mínum lívi og tí, ið eg havi við í viðførinum. Hetta er nokk so nógv ein dagbók yvir mítt lív."

"It's Been a While" inniheldur seks sangir, ið spegla bæði tað vakra og tað torføra, við einari ljóðmynd, sum blandar popptónleik og R&B. 

 

Eitt kærleiksbræv til familjuna

Serliga sangurin "Homerun" stingur eitt sindur burtur úr rúgvuni, tí hann á ein sera ærligan hátt sigur søguna um uppvøksturin hjá Jasmin Mote í Vestmanna. 

Sjálv lýsir Jasmin sangin sum eitt kærleiksbræv til sína familju og tað, ið tey hava verið ígjøgnum saman. 

"Sangurin loyvir lurtaranum innum mína søgu og míni barnaár, ið hava formað meg. Eg royni at seta orð á, hvussu tað var at vaksa upp í Vestmanna millum tvær mentanir, ta føroysku og ta kenjansku. Meðan mamma mín er úr Føroyum, so er pápi mín úr Kenja, so eg var brún, hevði krúllur og rættiliga øðrvísi enn øll hini børnin í Vestmanna, og tann sannroynd ger bara okkurt við ein," greiðir Jasmin Mote frá í LEITISSTEIN.  

 

Leitað eftir sínum úttrykki

Heitið "It's Been a While" peikar á ta sannroynd, at tað er gingin ein løta, síðan nakað hevur verið at hoyra frá Jasmin Mote. 

Tá bólkurin Jasmin, ið er uppkallaður eftir tónlistakvinnuni,  fór í dvala, fór Jasmin at leitaði eftir, hvat skuldi vera tað næsta fyri hana tónlistarliga.

"Tað tók mær eina góða løtu at finna fram til hetta úttrykkið, og eg hevði eisini eina tíð við skriviblokering, har eg ikki fekk so nógv av skafti," greiðir Jasmin Mote ærliga frá. 

Tað bleiv so Jazzygold, ið er ein tónlistarligur karakterur og eitt tónlistarligt úttrykk, ið tað hevur tikið Jasmin Mote tvey ár at finna fram til.

"Tað var ikki fyrr enn eg møtti svenska tónleikaranum og framleiðaranum Daniel Hedberg á einari sangskrivaralegu, at tað heila gekk upp í eina hægri eind," greiðir Jasmin frá. 

Tey bæði hava skrivað, útsett og upptikið sangirnar saman, meðan Daniel hevur tikið sær av at innspæla, upptaka, ljóðblanda og mastra 

 

Jazzygold fer at spæla útgávukonsertir í vikuskiftinum:

  • Fríggjadagin 14. feb., Tutl, kl. 16.30: Lítil solo-konsert í Tutl í Havn
  • Fríggjakvøldið 14. feb., Listastovan í Miðvági, kl. 20: Útgávukonsert 
  • Leygarkvøldið 15. feb., Perlan í Havn, kl. 19: Útgávutiltak og konsert 


Hoyr Jasmin Mote frumspæla og greiða frá nýggju plátuni "It's Been a While" í sendingini LEITISSTEIN. 

 

Hvat: LEITISSTEIN
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Týskvøld kl. 21, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

 

1725597


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610