Hálvfinalur í sjónvarpinum: VÍF fyrimunin á heimavølli

Hálvfinalur í sjónvarpinum: VÍF fyrimunin á heimavølli
VÍF-menninir eru eitt mál frammanfyri Kyndil, tá liðini spæla seinnu hálvfinaluna í Vestmann í kvøld. Hjá kvinnum er Kyndil stórfavorittur ímóti Stjørnuni
 
16.02.2025 - 14:51

Málið, sum Óla Jákup Gaard Olsen skeyt fyri VÍF í síðsta minutti í fyrru hálvfinaluni ímóti Kyndli, er munurin, tá liðini fara á vøllin í Vestmanna í kvøld.

Vestmenningar vunnu - kanska eitt sindur óvæntað - 31-30 hóskvøldið, og tí má Kyndil vinna seinnu hálvfinaluna í steypakappingini, um teir grønu skulu í sjálva finaluna, sum verður við Tjarnir næsta vikuskiftið. 

Mansdysturin byrjar klokkan 19.00, og Kringvarpið vísir hann beinleiðis í sjónvarpinum.

 

Kyndil stórfavorittur hjá kvinnum

Neistin hevur vunnið sær annað finaluplássið hjá kvinnum eftir dramatiskan sigur á H71 í Hoyvíkshøllini leygardagin.

Eins stórur spenningur verður neyvan í hini hálvfinaluni ímillum Stjørnuna og Kyndil í dag. Tær grønu vunnu 39-29 í vikuni, og hóast Stjørnan er á heimavølli í dag, skal okkurt sum líkist einum undri til henda, um tær skulu koppa suverena oddaliðnum í landskappingini.

 

Faxe Kondi-steypakappingin, seinnu hálvfinalur

Sunnudag 16. februar
Kl. 15.00 Stjørnan - Kyndil, kvinnur
Kl. 19.00 VÍF - Kyndil, menn (KvF-sjónvarp)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017