Nú hevur landsstýrið kært ES til WTO

Nú hevur landsstýrið kært ES til WTO
ES-handilstiltøkini verja ikki fiskastovnarnar, men verja egin áhugamál, sigur løgmaður
 
04.11.2013 - 14:30

Landsstýrið hevur í dag kært handilsstongsulin hjá ES til WTO, heimshandilsskapin. Landsstýrið er av teirri sannføring, at handilstiltøkini hjá ES stríða móti fleiri grundleggjandi ásetingum í WTO sáttmálanum.

Brot á ásetingarnar

- Tiltøkini hjá ES eru brot á ásetingarnar hjá WTO. ES-tiltøkini eru ikki ætlað at verja fiskastovnarnar, men hava til endamáls at verja egin áhugamál. Í altjóða høpi eru Føroyar ein lítil tjóð, meðan ES er eitt stórveldi. Tá ið ES brýtur so grundleggjandi handilspolitiskar ásetingar, er neyðugt hjá Føroyum at brúka tey amboð, sum kunnu loysa slíkar trætur, sigru Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í tíðindaskrivi.

WTO gerðarrætturin tryggjar okkum eina sakliga og javnbjóðis viðgerð, sigur hann.

Danmark vegna Føroyar

Føroyar eru ikki sjálvstøðugur limur í WTO, og tí verður tað formliga Danmark vegna Føroyar, sum kærir ES til WTO. Tað verður kortini landsstýrið, ið fer at viðgera málið vegna Føroyar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558