Útflutningurin minkaði 400 milliónir í fjør

Útflutningurin minkaði 400 milliónir í fjør
Útflutningurin til ES-londini og Norðuramerika er minkaður, men meiri var útflutt til Kina í fjør
Fiskavøruútflutningurin er minkaður 446,5 milliónir krónur, ella næstan fýra prosent. 
Mynd: Hagstovan  
 
19.02.2025 - 08:18

Eins og innflutningurin minkaði útflutningurin í fjør samanborið við 2023.

Í fjør útfluttu Føroyar fyri 12,3 milliardir krónur, 405 milliónir minni enn í 2023.

Fiskavøruútflutningurin er minkaður 446,5 milliónir krónur, ella næstan fýra prosent. 

Útflutningurin av laksi var 358,5 milliónir krónur størri í fjør enn í 2023. 

Størstu afturgongdina hava fiskamjøl, fóður og lýsi. Afturgongdin er næstan ein milliard, 45 prosent. 

Nøgdirnar eru 36 prosent minni, skrivar Hagstovan.

 

Minni útflutningur til ES og Norðuramerika

Útflutningurin til ES minkaði 196,5 milliónur krónur, og hann minkaði 155 milliónir til Norðuramerika.

Men útflutningurin til Asia, serliga til Kina, vaks 211,8 milliónir.

Útflutt var til Russlands fyri eina milliard og 136 milliónir krónur í fjør.

Tað eru 70,5 milliónir, 5,8 prosent, minni enn í 2023.

Russland er framvegis á fjórða plássi á listanum við londum, sum keypa úr Føroyum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327