Broytingar í sjófeingislógini: Eitt reiðarí verður rakt

Broytingar í sjófeingislógini: Eitt reiðarí verður rakt
Hanus Hansen, stjóri í JFK, mælir til, at reglan um "nærstandandi feløg" eisini verður strikað í lógini
Hanus Hansen er stjóri í JFK.
 
25.02.2025 - 09:02

Einasta broytingin í reglunum um miðsavnan, sum stendur eftir í lógaruppskotinum hjá landsstýrismanninum um sjófeingislógina, fer at raka ein reiðara sera meint.

Ætlanin er at broyta reglurnar soleiðis, at nærstandandi feløg eisini verða roknað undir einum, tá gjørt verður upp, hvussu nógv tey hava ræði á, og tað heldur Hanus Hansen, stjóri í JFK-samtakinum, fer at raka seg.

Hanus Hansen heldur, at nýggja tulkingin hevur við sær, at eigaraviðurskifti ikki eru møgulig uttan so, at verandi eigarar minka, ella felagið selur kvotur, og tað rakar millum annað skipini, sum fiska í Barentshavinum.

Nýggja tulkingin fer eisini at raka línuskipini, sigur hann. 

Landsstýrið ætlaði at broyta reglurnar um miðsavning av fiskirættindum, men hevur nú avgjørt at taka reglurnar úr uppskotinum. 

Hanus Hansen, stjóri í JFK-samtakinum, mælir til, at reglan um nærstandandi feløg eisini verður strikað.

Sí innslag í Degi og Viku:

 

HANUS_HANSEN

 

Tað lá ikki fyri hjá Denisi Holm, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, at gera viðmerkingar til málið í dag, men hann sigur í skrivligum boðum, at uppskotið hevur til endamáls at forða fyri, at veiðirættindi verða savnað hjá nøkrum fáum feløgum.

- Broytingarnar, sum nú verða gjørdar, krevja ikki, at nakar skal selja av sínum ognarluti, sigur Dennis Holm.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527