Samgongustjórn skipað í Eysturríki

Samgongustjórn skipað í Eysturríki
Konservativi flokkurin, sosialdemokratarnir og liberali frælsisflokkurin eru í nýggju stjórnini.
Forfólkini í teimum trimum flokkunum, sum hava skipað nýggja stjórn í Eysturríki.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
27.02.2025 - 14:59

Nýggj stjórn er skipað í Eysturríki.

Konservativi flokkurin, ÖVP, sosialdemokratarnir, SPÖ, og liberali frælsisflokkurin,  FPÖ, hava skipað samgongustjórn, skrivar Reuters.

FPÖ gjørdist størsti flokkurin á valinum í september.

Tað hevur gingið striltið at skipa stjórn í Eysturríki, og fleiri ferðir eru samráðingarnar kollsigldar.

Teir tríggir flokkarnir, sum nú eru samdir um at skipa stjórn, fara í dag at kunngera samgonguskjalið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520