Heilsuhjálparar og KAF samráðast aftur í dag

Heilsuhjálparar og KAF samráðast aftur í dag
Heilsuhjálparafelagið hevur gjørt uppskot um semju, sum er latið Kommunala arbeiðsgevarafelagnum
Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, og Per Martin Gregersen, formaður í KAF.
 
28.02.2025 - 07:57

Heilsuhjálparafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið fara aftur til samráðingarborðið klokkan tíggju fyrrapartin.

Heilsuhjálparafelagið hevur gjørt uppskot um semju, sum er latið Kommunala arbeiðsgevarafelagnum.

Felagið fór frá samráðingunum við Kommunala arbeiðsgevarafelagið 13. februar, tí felagið kundi ikki góðtaka krøvini í uppskotinum hjá arbeiðsgevarunum.

Tann samráðingarfundurin vardi bara í 20 minuttir.

Feløgini høvdu frammanundan samráðst í fýra mánaðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928