Langt er millum partarnar

Langt er millum partarnar
Heilsuhjálparafelagið og KAF hava sent boð eftir Semingsstovninum. Samráðst hevur verið í fýra mánaðir uttan úrslit
Mary Antonsdóttir er forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum.
 
05.03.2025 - 13:08

Samráðingarnar millum Heilsuhjálparafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið slitnaðu fyrrapartin, og partarnir hava heitt á Semingsstovnin um at koma uppí.

Langt er millum partarnar, sum hava samráðst í fýra mánaðir. Sáttmálin fór úr gildi 1. oktober.

Eftir 11. samráðingarfundin staðfestu partarnir, at teir koma ikki víðari í samráðingunum.

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, sigur, at bæði løn og arbeiðsviðurskifti skilja partarnar. 

 

Per Martin Gregersen er formaður í KAF. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Per Martin Gregersen, formaður í KAF, sigur, at felagið hevur víst á, at lønarlyftið er ikki partur av samráðingunum við Kommunala arbeiðsgevarafelagið. Tað er komið frá landsstýrinum.

Ósemja er eisini um lønarkarmin, sigur Per Martin Gregersen. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

05042025_Mary_og_Per_Martin

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672