PostNord gevst at bera brøv

PostNord gevst at bera brøv
1.500 fólk verða uppsøgd. Felagið fer í staðin at leggja dent á at vera fremsti veitari av pakkum í Danmark
PostNord gevst um ársskiftið at bera brøv út.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
06.03.2025 - 14:54

PostNord hevur í dag boðað frá, at felagið frá ársskiftinum heilt gevst at bera brøv út.

PostNord er tað gamla danska Post Danmark, sum í 2009 kastaði saman við svenska postverkinum, og partaeigararnir í felagnum eru svenski staturin, sum eigur 60 prosent av partapeninginum, og danski staturin, sum eigur 40 prosent.

Svensk-danska postfyritøkan boðaði frá avgerðini í tíðindaskrivi og á heimasíðu síni, har greitt verður frá grundgevingini. Og har verður eisini greitt frá, at felagið í framtíðini fer at leggja dent á at gerast fremsti veitarin av pakkum í Danmark.

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Danmark er eitt av heimsins mest talgildu londum, og tað hevur havt við sær eina stóra afturgongd í talinum av brøvum. Bara hetta seinasta árið er nøgdin minkað 30 prosent, og verður samanborið við nøgdina av brøvum í 2000, er talið minkað 90 prosent, skrivar felagið.

Broytingin hevur stórar avleiðingar við sær fyri starvsfólkini, tí sambært felagnum missa 1.500 fólk starvið, tá útberingin av brøvum heldur uppat.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194