- Havi ikki upplivað falsan av føroyskum málningum

- Havi ikki upplivað falsan av føroyskum málningum
Tað sigur Kinna Poulsen, listaummælari, til spurningin, um eftirgjørdir málningar eru í umferð í Føroyum.
 
13.03.2025 - 11:56

Listasøguliga hevur falsan av list verið til í meira enn tvey túsund ár. Bæði, tá talan er um gamlar grikskar standmyndir, málningar og listaverk sum heild. At kopiera hevur søguliga eisini verið ein partur av meistaralæruni hjá lærlingum, sum hava fingið frálæru frá stórum listamálarum.

Falsan hevur síðani vundið upp á seg við fíggjarligum vinningi fyri eyga. Uttanlands hevur hetta longi verið eitt kent fyribrigdi. So er spurningurin, um listamálarar í Føroyum eisini verða avritaðir, og um falskir málningar eru í umferð.

Ta fatanina hevur Kinna Poulsen, listaummælari, ikki:

- Tað er lutfalsliga lætt at avrita ein føroyskan listamálara, men eg kenni einki til óektaðar málningar í Føroyum.

Tó skulu fólk vera varin, tá tey keypa list á netinum. Tað ber til at fáa køn listafólk at staðfesta um málningar eru ektaðir ella ikki.

Hoyr alla samrøðuna við Kinnu her:

1731731

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858

Meira um sama evni