Vitin letur heiðurstekin á fjórða sinni

Vitin letur heiðurstekin á fjórða sinni
Endamálið er at heiðra viðurkenningarverdar úrmælingar, sum hava framt vala avrik, ið eru við til at bera føroysku tjóðina framá, skrivar Vitin í tíðindaskrivi
Vitin, føroyskur riddarakrossur.
Mynd: Savn.  
 
21.03.2025 - 16:33

Eilif Samuelsen, Hans Andrias sølvará og Tróndur Patursson hava fingið heiðursmerki og heiðursbræv frá lags-felagsskapinum, sum eitur Vitin.

Ikki verður upplýst, hvør er í Vitanum ella, hvør hevur stovnað hann, men endamálið er at heiðra úrmælingar, sum hava framt vala avrik, ið eru við til at bera føroysku tjóðina framá.

Vitin er lagsfelagsskapur, sum fólk hava stovnað, tí tey ásanna, at brúk er fyri at heiðra úrmælingar, sum í verki og við ósjálvsøkni hava framt óvanlig og góð avrik føroysku tjóðini at gagni.
 

Grundgevingin fyri at heiðra Eilif Samuelsen er:

Tú hevur í tínum drúgva arbeiðslívi sum týðari, lítillátin og við neyvum arbeiðslagi, sakliga og hegnisliga flutt klassiskar heimsbókmentir í snøggan føroyskan málbúna; stillisliga stimbrað og kveikt áhuga millum manna fyri heimsbókmentum okkum øllum til gleði og gagns. Tú ert ein oddviti og ein fyrimynd.

 

Grundgevingin fyri at heiðra Trónd Patursson er:

Tú hevur alla tína yrkisleið við neyvum arbeiðslagi og makaleysa, frumrunna listarliga virki sett Føroyar á listarliga heimskortið.

Tini listaverk hava brotið upp úr nýggjum, tá tað ræður um málningalist, glaslist, innsetingarlist v.m., og hava víðkað okkara sjálvsfatan og alheimsliga sjónarringin.

Tú ert ein oddviti og ein fyrimynd.

 

Grundgevingin fyri at heiðra Hans Andrias Sølvará er:

Tú hevur í tíni yrkistíð, við neyvum arbeiðslagi, sinniliga og sakliga givið íkast til almenna orðaskiftið.

Við tínum ritverkum og greinum hevur tú bøtt um samtíðarsøguligu kjakmentanina og gjørt títt til at flyta próvførsluna frá tí frásøguliga til tað sannpróvliga; okkum øllum og komandi ættarliðum til gleði og gagns.

Tú ert ein oddviti og ein fyrimynd.

 

Heiðursmerkið er silvur- ella gulllagt bringuprýði, sum er krossur við oyggjunum í miðjuni og áskriftini ”pro aris et focis” í bogaðum teksti omanfyri, - sum merkir 'stríð fyri altar og grúgvu, fyri hús og heim'.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. mai
Morgunlestur leygardagur 31.mai 2025
192277
Leygardag 31. mai
Upp á tá - 300525
192624
Fríggjadag 30. mai
Vikuskiftið 30. mei 2025
192617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. mai
Veðrið
192615
Hósdag 29. mai
Andakt við Pól Johannesen
192558
Hósdag 29. mai
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
192552
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491