Heilsurøktarar hava eisini gjørt sáttmála

Heilsurøktarar hava eisini gjørt sáttmála
Í nýggja sáttmálanum er eisini gjørd semja um neyðtilbúgving undir verkfalli
Sáttmálin hjá Heilsrøktarafelagnum er galdandi í eitt ár, frá 1. oktober í fjør til 1. oktober í ár.
 
27.03.2025 - 08:14

Heilsurøktarar hava eisini gjørt sáttmála, sum er galdandi í eitt ár, frá 1. oktober í fjør.

Lønarhækkingin er 4,75 prosent hetta árið.

Heilsurøktarafelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið hava gjørt sáttmála.

Lønartalvugongdin er broytt soleiðis, at heilsurøktarar ganga styttri skalagongd, ella lønartalvugongd. 

 

Eisini semju um neyðtilbúgving

Heilsurøktarar, sum eru á serøkinum fáa dagført arbeiðstíðaráseting, sum ger, at teir vera samsýntir eins og onnur á økinum.

Partarnir hava gjørt semju um neyðtilbúgving í sambandi við arbeiðssteðg.

Heilsurøktarafelagið er fjórða fakfelagið, sum hevur gjørt slíka semju.

Hini feløgini eru Starvsfelagið, Kost- og føðslufelagið og Ljósmøðrafelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327