Útsagnirnar hjá Trump fylla nógv í hugaheiminum hjá grønlendingum

Útsagnirnar hjá Trump fylla nógv í hugaheiminum hjá grønlendingum
Tað, sum Trump sigur um Grønland, fyllir nógv í gerandisdegnum hjá grønlendingum, sigur Arnaq Nielsen, journalistur á Sermitsiaq.
Arnaq Nielsen, journalistur á Sermitsiaq.
 
27.03.2025 - 19:31

Arnaq Nielsen vísir á, at fleiri fólk í Grønlandi eru eitt sindur stúrin um framtíðina.

 

1734585

 

Lars Løkke Rasmussen, danskur uttanríkisráðharri, sigur nú við DR, at amerikanarar fortelja lygisøgur um Grønland.

- Vit kenna okkum ikki aftur í myndini, sum verður søgd í ávísum politiskum umhvørvi í USA, at Grønland er eitt stað, har kinverjar gera stórar íløgur. Eg kenni ikki til nakra tílíka søgu, sum hevur hald í veruleikanum.

Ein onnur søga, sum gongur, vísir Lars Løkke Rasmussen eisini aftur:

- Tað er helst onkur í USA, sum er er byrjaður at skilja, at søgurnar, sum ganga, at grønlendska fólkið stendur við opnum ørmum og vil fegið vera ein partur av Amerika, ikki halda. Henda søgan er følsk. Og tað er gott, at fólk byrja at skilja tað, sigur Lars Løkke Rasmussen.

Arnaq Nielsen, journalistur á Sermitsiaq, sigur, at hon kennir einki til at grønlendingar fegnir vilja gerast amerikanarar.

 

1734586


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908