Kalsoyingur: Fólk við tilknýti til oynna eiga at fáa framíhjárætt

Kalsoyingur: Fólk við tilknýti til oynna eiga at fáa framíhjárætt
Síðani ferðavinnan er vaksin í Kalsoynni, vitja fólk, sum hava ilknýti til oynna, minni og minni í summarhálvuni, tí Sam er fullsettur av ferðafólkum
Sam er fullsettur av ferðafólki summarhálvuna. (Savnsmynd)
 
10.09.2026 - 13:31

Fólk, sum hava tilknýti til Kalsoynna, sleppa ikki at vitja í summarhálvuni, tí Sam er fullsettur av ferðafólkum.

Fólk við tilknýti til oynna áttu at fingið framíhjárætt fram um útlendingar, sigur Paulina Eliasen á Syðradali.

 


Paulina Eliasen.

 

Hon vísar á, at síðani ferðavinnan er vaksin í Kalsoynni, vitja føroyingar við tilknýti til oynna minni og minni í summarhálvuni, og tað gongur út yvir trivnaðin í oynni.

Ein avbjóðing er eisini, at tað ber illa til hjá kalsoyingum at halda nakað um summarið, tað veri seg alt frá barnadópi til jarðarferðir, tí fólk sleppa ikki við Sam, sum er fullsettur av ferðafólkum.

 


Dánjal Samuelsen.

 

Dánjal Samuelsen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at kenna tey væl til trupulleikan, og ætlanin er at finna eina loysn, áðrenn nógva ferðingin verður næsta summar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

10092026_Kalsoyggin

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334