Bilur út av Vatnavegnum í Vágum

Bilur út av Vatnavegnum í Vágum
Tvey fólk fingu skaða í ferðsluóhappinum
Vakthavandi sigur, at ferðslan er ikki órógvað á Vatnavegnum.
 
02.04.2025 - 07:55

Tvey fólk fingu skaða, tá ein bilur um hálvgum sjey tíðina í morgun fór út av Vatnavegnum í Vágum.

Bilurin fór illa, men enn veit løgreglan ikki, hvussu illa fólkini eru komin til skaða.

Sambært vakthavandi á løgreglustøðini fór bilurin útav, og løgreglan er framvegis á staðnum.

Tey vita ikki, hvat hendi, ella hvønn veg, bilurin koyrdi.

Tvey fólk vóru í bilinum.

Vakthavandi sigur, at ferðslan er ikki órógvað á Vatnavegnum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521