Herskylda er góð fyri teg

Herskylda er góð fyri teg
- Tú hevur tað so mageligt heima, og har tekur tú alt fyri givið, sigur Jórun Maria Nebel Antoniussen, sum viðmælir herskyldu
 
03.04.2025 - 10:35

Jórun Maria er ikki í iva um persónligu menningina, tað gevur teimum, sum velja sjálvbodna herskyldu í danska herinum, og hon ivast heldur ikki í, at hetta er orsøkin til at so nógv velja herskylduna til.

Annars hevur skipanin verið hon, at ungir menn fáa boð um at møta til Forsvarets Dag, tá teir fylla 18 ár, har lutakast ger av, um teir skulu í herin ella ikki, um ikki nóg nógv sjálvboðin eru. Eftir ætlan skal skipanin nú broytast, so kvinnur eisini fáa somu boð sum menninir, og fyri at hetta skal eydnast, skulu nakrar broytingar til, heldur Jórun Maria.

- Um tað verður krav, at kvinnur skulu í herskyldu, so mugu ting broytast. Hetta er ein mann fólkaverð, og sjálvandi skal man ikki góðtaka at alt er so. Til dømis búnar og skógvar eru ikki gjørdir til kvinnur, men tað gerst spakuliga betri við tíðini.


Í 2018 fór Jórun Maria í herin, tí ein lestrarvegleiðari nevndi møguleikan fyri henni, tá hon gekk á klædnaatstøðisbreytini eftir miðnám heima í Føroyum, og tað gjørdist henni skjótt greitt, at hetta var nakað fyri hana. Hon hevur verið í danska herinum síðani, og er nú sergentur í deildini, sum tekur sær av dekontaminering.

Hon er eisini mamma at tveimum gentum, og hetta hevur ført við sær, at bæði hon og maðurin hava valt at broyta starvsleiðina soleiðis, at tey arbeiða sum undirvísarar heldur enn aktivir hermenn. Tað merkir, at tey ikki eru tey fyrstu, sum verða send í hernað, um tørvur er á tí.

1735583

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025