Verklagslóg um Suðuroyartunnil: Ivasamt um vit náa tað í hesum valskeiðnum

Verklagslóg um Suðuroyartunnil: Ivasamt um vit náa tað í hesum valskeiðnum
Løgmaður ivast í, um Løgtingið nær at samtykkja eina møguliga verklagslóg um Suðuroyartunnilin áðrenn næsta løgtingsval
Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevði boðið løgtingslimum til kunnandi fund um Suðuroyartunnilin í dag. Tað er ivasamt, um man nær at fáa eina møguliga verklagslóg um Suðuroyartunnilin gjøgnum tingið í hesum valskeiðnum
Mynd: Bárður Lydersen  
 
03.04.2025 - 19:42

Tað er ivasamt, um sjálv verklagslógin, sum skal koma eftir heimildarlógina, og sum skal seta gongd á sjálva byggingina av Suðuroyartunlinum, kemur ígjøgnum Løgtingið í hesum valskeiðnum.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

- Men tað sum týdning, tá man fer undir eina so stóra íløgu, er, at tað er so væl fyrireikað sum yvirhøvur møguligt, sigur hann.

Í løtuni er heimildarlógin um at prosjektera vegir og tunnil millum Sandvík og Djúpadal í Sandoynni í løgtinginum, har hon hevur verið til 1. viðgerð og nú er í fíggjarnevndini.

Verður heimildarógin samtykt, kann farast undir at gera eina verklagslóg um sjálvan tunnilin. 

Løgtingsval verður í seinasta lagi í desember 2026. Tað er um 20 mánaðir.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður:

Aksel_tunnil_tidaraetlan

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928