Fáa løntan døgurðasteðg 1. januar

Fáa løntan døgurðasteðg 1. januar
Í vikuni skrivaði fakfelagið Samverk undir nýggjan tvey ára sáttmála við Føroya Arbeiðsgevarafelag
Elsa Maria Hjalmarsdóttir Juul, sum starvast hjá Jysk, er millum teirra, sum nú fáa løntan døgurðasteðg.
 
10.04.2025 - 14:13

Krambafólk, sølufólk, skrivstovufólk, teknisk starvsfólk og líknandi starvsbólkar fáa løntan døgurðasteðg frá 1. januar næsta ár. 

Tað merkir, at starvsfólk, sum arbeiða meira enn fimm tímar um dagin, fáa rætt til løntan døgurðasteðg í í minsta lagi 20 minuttir. 

Í vikuni skrivaði fakfelagið Samverk undir nýggjan tvey ára sáttmála við Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Elsa Maria Hjalmarsdóttir Juul, sum arbeiðir á skrivstovuni í Jysk, er ein teirra, sum fer at fáa løntan døgurðasteðg næsta ár.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

10042025_Dogurdatimi

 

Pætur Niclasen.


Samverk hevur í fleiri ár viljað havt, at limir felagsins fáa løn í døgurðasteðginum, sigur formaðurin, Pætur Niclasen:

 

10042025_Samverk


 

1. mai hækkar lønin hjá limum í Samverki 4,32 prosent.

1. mai næsta ár hækkar hon 3,87 prosent.

1. januar næsta ár kemur nýggj áseting um, at døgurðasteðgurin ikki verður drigin frá arbeiðstíðini. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
Møti í Lívdini
203560
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450