Avlurta føroyingar fyri milliónir

Avlurta føroyingar fyri milliónir
Nýggj lóg um víðkaðar heimildir at avlurta føroyingar fer at kosta skattgjaldaranum milliónir, ávarar Føroya Tele.
 
11.11.2013 - 10:11

Tað fer at kosta tíggjutals milliónir krónur at geva løgregluni víðkaðar heimildir at avlurta føroyingar. 

Tað sigur Kristian Davidsen, stjóri í Føroya Tele í hoyringarsvari til lógaruppskotið, sum Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, legði fyri tingið í farnu viku.

Ætlanin hjá landsstýrinum er at broyta og víðka rættargangslógina um at avlurta. Landsstýrið sigur í viðmerkingum til lógaruppskotið, at fútin fleiri ferðir hevur vent sær til landsstýrið um at sleppa at avlurta eitt nú fartelefonir.

Í hoyringarsvari sínum sigur stjórin á Føroya Tele, at semjan, sum varð gjørd í 2011 um, at Føroya Tele vildi gera tær neyðugu íløgurnar í útbúnað, er ikki longur til. Kristian Davidsen sigur, at treytin fyri semjuni var, at aðrar telefyritøkur eisini skuldu bera fíggjarligu byrðuna, soleiðis at allar fyritøkurnar høvdu somu treytir.

Harafturat eru broytingarnar, sum nú skulu gerast, nógv dýrari, enn ætlanin var í 2011.

- Føroya Tele hevur ikki yvirlit yvir fíggjarligu avleiðingarnar av hesum lógaruppskotinum. Og tað letur til, at eingin myndugleiki er í Føroyum, sum kann hjálpa Føroya Tele við at fáa hetta yvirlitið, sigur stjórin í Føroya Tele.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926