Fullan stuðul úr Grønlandi um samráðingarrætt

Fullan stuðul úr Grønlandi um samráðingarrætt
Grønlendska fakfelagið fyri miðlafólk vísir fullan stuðul til Føroysk Miðlafólk, sum stríðist fyri samráðingarrættinum fyri limirnar á almenna arbeiðsmarknaðinum
Arnaq Nielsen, forkvinna í Medieforbundet í Grønlandi
Mynd: Leiff Josefsen  
 
15.04.2025 - 12:47

Í yvirlýsing sigur Medieforbundet í Grønlandi, TP, millum annað at, tað kann als ikki góðtakast, at journalistar og miðlafólk í Kringvapi Føroya ikki fáa samráðingarrættin, - ein grundleggjandi fakligur rættur, sum øll onnur miðlafólk í Ríkisfelagsskapinum hava havt í fleiri ár. Felagið heitir tí á landsstýrið um at viðurkenna og virða rættin hjá miðlafólki í Føroyum at skipa seg við egnum sáttmála. 

Føroysk Miðlafólk hevur stevnt landsstýrinum, sum ikki vil viðurkenna samráðingarrætt felagsins. Stevningin varð fráboðað eftir úrslitaleysan fund við løgmann og landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum mikudagin 2. apríl og formliga latin Føroya Rætti mándagin 7. apríl. Kravið í stevningini er, at landsstýrið verður dømt at viðurkenna, at Føroysk Miðlafólk er eitt felag við avtalu- og samráðingarrætti fyri miðlafólk á almenna arbeiðsmarknaðinum í Føroyum. 
 

Prinsippmál
Málið er rættuliga prinsipielt fyri Føroysk Miðlafólk. Tað snýr seg um heilt grundleggjandi rættindi, at eitt yrki hevur rætt til at verða umboðað av sínum yrkisfelag. Politiska valdið í øllum grannalondum okkara hevur viðurkent rættin hjá miðlafólki í teirra almennu public service-fjølmiðlum at skipa seg við egnum sáttmála. Tí eru tað norðurlendsku fakfeløgini fyri miðlafólk, sum samráðast um sáttmálan fyri miðlafólkini í DR, NRK, SVT/Sveriges Radio, YLE, RUV og KNR.
 
Øll fakfeløgini fyri miðlafólk í Norðurlondum stuðla kravinum hjá Føroyskum Miðlafólkum um samráðingarrættin fyri Kringvarpið. Tað var longu gjørt í felags yvirlýsing frá Nordisk Journalistforbund 25. november 2024.

Føroysk Miðlafólk hava einki frætt aftur frá landsstýrinum, síðani stevningin varð fráboðað og síðani latin Føroya Rætti. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167