Endaði í Sjeyndum á veg til Tjørnuvíkar

Endaði í Sjeyndum á veg til Tjørnuvíkar
Í gjárkvøldið boðaði ein útlendskur ferðamaður frá, at hann var vilstur á veg úr Saksun til Tjørnuvíkar
Ferðamaðurin gekk úr Tjørnuvík til Saksunar. Hann var á veg aftur til Tjørnuvíkar, tá hann endaði í Sjeyndum í gjárkvøldið..
 
22.04.2025 - 08:30

Í gjárkvøldið boðaði ein útlendskur ferðamaður frá, at hann var vilstur á veg úr Saksun til Tjørnuvíkar.

Tað vísti seg, at hann var í Sjeyndum.

Hann segði, at har vóru mjørki, vindur og regn.

Politiið boðaði tilbúgvingarleiðaranum í Sunda kommunu frá.

Fólk vóru send eftir manninum, sum var væl ílatin og annars væl fyri eftir umstøðunum, sigur politiið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025