Kjak um pensjónir og pensjónsaldur

bannari
Kjak um pensjónir og pensjónsaldur
Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, og Annika Olsen, landstýriskvinna, vera í sjónvarpsstovuni
 
12.11.2013 - 15:20

Øll skulu hava eina pensjónsamanparing upp á 15 prosent, og tey, sum ikki longu hava eina samansparing, skulu byrja at spara saman á nýggjárinum - eitt prosent í 2014, tvey prosent í 2015, trý í 2016, og soleiðis skal samanparingin hækka við einum prosenti hvørt ár, til hon er komin uppá 15 prosent í 2028.

Samansparda pensjónin verður, saman við útgjaldinum úr Samhaldsfasta, tað, sum fólk skulu liva av, tá tey 70 ára gomul kunnu fara av arbeiðsmarknaðinum. Tí ætlanin er eisini, at pensjónsaldurin skal hækka stigvíst frá 67 árum. 

Hvat so við almennu fólkapensjónini, sum hon nú sær út?

Pensjónin og pensjónsaldurin verður evnið í sjónvarpskjakinum í kvøld eftir Dag og Viku.

Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, og Annika Olsen, landstýriskvinna í almannamálum, vera í sjónvarpsstovuni. Bogi Godtfred er vertur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213