- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stoltenberg biður um umbering

Norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, biður nú um umbering fyri, at tað ikki eydnaðist at steðga Anders Behring Breivik, áðrenn hann drap 77 fólk 22. juli í fjør.

Fyrrapartin hevur Stoltenberg gjørt viðmerkingar í Stórtinginum til lemjandi atfinningarnar hjá 22. juli-nevndini móti norsku tilbúgvingini og mynduleikunum. Jens Stoltenberg ásannar, at nevndin hevur avdúkað mistøk, brek, vantandi mannagongdir, skipanir, sum sviku, og skeivar niðurstøður, sum vóru gjørdar bæði undan og aftan á drápini lagnudagin í fjør.

Kundi verið steðgaður

- Drápsmaðurin kundi verið steðgaður fyrr. Tað varð hann ikki. Størri tilbúgving átti at verið sett í verk. Tað var ikki gjørt. Og Grubbegata átti at verið stongd. Tað var hon ikki, viðgekk Stoltenberg.

Grubbegata er gøtan, sum gongur inn til stjórnarbygningarnar, har Breivik legði eina bumbu, sum drap átta fólk. Stoltenberg ásannaði, at tað ber ikki til at rættað gjørd mistøk.

- Men vit kunnu læra av fortíðini og viðganga, at vit gjørdu mistøk, og gera tað, sum skal til fyri at skapa eina tryggari framtíð.

Betri tyrlutilbúgving

Millum annað fer Stoltenberg at taka stig til eina betri tyrlutilbúgving.

Eftir drápini á Utøya varð serliga funnist at politinum fyri ikki lata tyrlur fara á flog nógv fyrr, meðan Breivik í úti við ein tíma gekk runt á oynni og skeyt frá hond. 69 ungfólk lótu lív á Utøya áðrenn tað eydaðist politinum at steðga Anders Bering Breivik