Pauli stemplaði inn í røttu løtu: - Tað var fantastiskt

Pauli stemplaði inn í røttu løtu: - Tað var fantastiskt
Pauli Jacobsen man sjáldan hava staðið so illa, sum hann gjørdi fyri steðgin, men síðstu løtuna kom hann aftur á vøllin og átti avgerandi leiklut í sigrinum á Kosovo
08.05.2025 - 21:56

Málverjarnir vóru munurin á Føroyum og Kosovo stóran part av dystinum í Pristina hóskvøldið.

Meðan tann úr Kosovo bjargaði ferð eftir ferð, eydnaðist tað mestsum ikki Paula Jacobsen at bjarga nørkum sum helst.

 - Eg var langt vekk frá nógvum bóltum. Eg stóð ein frýktiligan fyrra hálvleik við einari bjarging, og Sasha (Lacok, blaðm.) kemur so inn og ger tað øgiliga gott í seinna hálvleiki, segði Pauli Jacobsen.

Kortini ikki betri enn so, enn at venjarin Peter Bredsdorff-Larsen sendi fyrsta málverjan aftur á vøllin síðstu 10 minuttirnar, og tá bragdaði av álvara.

 - Hann segði, at tú kemur inn at avgera dystin, og tá visti eg, at eg skuldi nokk avgera. Tað var fantastiskt, segði málverjin, sum legði afturat, at nú fara teir eftir fyrsta plássinum sunnudagin.

Tað gera teir við javnleiki ella sigri á Ukraina.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221